Fiskiskapurin í ES-sjógvi um vikuskiftið hevur verið góður. Øll skipini sum loystu millum jól og nýggjár eru ávegis inn at landa.
Borgarin og Norðingur skulu landa ávíkavist 1500 og 1300 tons av makreli til Faroe Pelagic í Kollafirði. Skipini komu á Kollafjørð seinnapartin í dag.
Í Fuglafirði skulu skipini Christian í Grótinum, Høgaberg, Hoyvík og Arctic Voyager landa 1400, 1300, 1200 og 1100 tons av makreli til Pelagos.
Katrin Jóhanna og Fram skulu landa 430 og 445 tons í Vestmanna, har ein partur av veiðuni hjá Katrin Jóhannu skal koyrast til Miðvágs til Snarfrost.
Á Tvøroyri landa uppsjóvarskipini Gitte Henning 1, Tummas T og Finnur Fríði.
Føroysk kunnu fiska 12.806 tons sum felagskvotu eftir makreli í ES sjógvi, og hendan kvotan er nú uppi.
Fleiri av skipunum fara nú á svartkjaftaveiðu tá ið tey hava landað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald