Manningin á Tróndi í Gøtu verður verandi á Gitte Henning 1

Tað er nú greitt eftir at Varðin hevur selt Jupiter til Kollafjørð, og Gitte Henning 1 verður verandi í flotanum

Gitte Henning 1 á Runavík í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Gitte Henning 1 á Runavík í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-13 13:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var um hálvan mai, at tað gjørdist greitt, at Varðin í Gøtu hevði selt Jupiter til Northwest Pelagic í Kollafirði fyri knappar 40 milliónir krónur.

Við hesari søluni eydnaðist tað Varðanum at fáa kabalina at ganga upp, eftir at reiðaríið hevði eitt skip ov nógv í mun til kvotur.

Í fjør breyt Tróndur í Gøtu girið, og tað gjørdist skjótt greitt, at umvælingin fór at taka umleið eitt ár.

Eigararnir sóu seg noyddar til at finna eitt annað skip, sum kundi fiska kvoturnar hjá Tróndi í Gøtu í hesum tíðarskeiðnum, av tí at keypararnir settu krøv til góðskuna á fiskinum.

Valið fall á Gitte Henning, sum Varðin fyrst skuldi leiga, men sambært táverandi lóggávu mátti skipið keypast, um tað skuldi vera møguligt at flyta kvoturnar yvir á Gitte Henning.

Varðin keypti Gitte Henning fyri knappar 300 milliónir krónur, og skipið fekk navnið Gitte Henning 1.

Í keypsavtaluni, sum Varðin gjørdi við donsku eigararnar stóð eisini, at Varðin kundi selja skipið aftur til Skagen, haðani skipið kom, um Varðin ynskti tað, tá ið Tróndur í Gøtu var siglingarklárur aftur.

Tað eydnaðist tó at selja Jupiter í tíðarskeiðnum meðan Tróndur í Gøtu bleiv umvældur, og tí er avgerð tikin um at Gitte Henning 1 verður verandi í føroyska flotanum.

Eisini er greitt, at manningin, sum var umborð á Jupiter fer umborð á Trónd í Gøtu, og manningin á Tróndi í Gøtu, sum hevur verið á Gitte Henning 1 seinasta árið, verður verandi umborð har.

[object Object]Navnarbroytingin á Gitte Henning 1 er í gongd, og er gamla navnið tikið av stýrihúsinum í gjár.

Í samband við at Varðin nú varðveitr Gitte Henning 1 í føroyska flotanum, skal skipið hava nýtt navn, men tað er tó ikki alment enn hvat nýggja navnið verður.

- Nýggja navnið er ikki alment enn, men eg væntið at tað verður í vikuni, sigur Dávid Jacobsen, tekninskur stjóri hjá Varðanum, í stuttari viðmerking.

Gitte Henning 1 liggur í løtuni á Runavík, nú skipið er steðga við svartkjaftafiskiskapinum, og fyrireikar seg til makrelfiskiskapin í august. 

Sí innslag: Á makreltúri við Gitte Henning 1 (5 min)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder