Innanlands

Mars kom á Havnina seinnapartin í gjár

Seinnapartin í gjár kom frystilínuskipið Mars á Havnina, har skipið skal gera ymiskt arbeiði áðrenn tað skal í vinnu

Mars kom á Havnina seinapartin í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Mars kom á Havnina seinapartin í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2024-04-15 10:46 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinnapartin í gjár kom frystilínuskipið Mars á Havnina, har skipið skal gera ymiskt arbeiði áðrenn tað skal í vinnu.

Eitt nú skal sverari lína umborð, nýggjur krani setast á dekkið, frystaríiið skal dagførast og væntast hetta at taka umleið tríggjar til fýra vikur.

Nýggja skipið skal fiska undir Føroyum, í altjóða sjógvi og um tað verður møguligt, so vóna reiðaríið eisini at sleppa á Flemish Kap við skipinum.

Mars er bygt í bygt í 1988 á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen og hevur havt nøvnini Loran, Gandi, Stapin, Tromsø, Polar Ummannaq og Ummannaq.

Skipið skal millum annað avloysa Havbúgvan, sum er elsta línuskipið í føroyska flotanum, og bygt í Noregi í 1959, og sostatt er 65 ára gamalt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder