Innanlands

Meira smolt – færri góðskaðar vørur

Bakkafrost hevði eitt lakari úrslit í triðja ársfjórðingi, sammett við í fjør. Fiskurin á sjónum er ikki vaksin nóg væl

(Mynd: Bakkafrost)

(Mynd: Bakkafrost)

2023-11-07 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing í árvar 269 milliónir krónur, í mun til 325 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var 219 milliónir krónur, í mun til 249 milliónir sama tíðarskeið í fjør. 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Geirin fyri framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevur gjørt eitt megnaravrik í hesum ársfjórðinginum, men vit eru ikki nøgd við gongdina í aligeiranum.

- Seinastu árini hava vit støðugt fingið fiskin í føroysku sjógvalingini at vaksa betur og skjótari, og í fjør var vøksturin serliga góður. Í hesum ársfjórðinginum hevur vøksturin tó verið munandi lakari, enn vit høvdu væntað.

Vatngóðskan á alistøðum hevur stóran týdning

Regin Jacobsen heldur fram:

- Serliga illa vaksin er tann fiskurin, sum í august 2021 varð útsettur fyri vánaliga vatngóðsku, orsakað av byrjunartrupulleikum á smoltstøðini.  Avleiðingarnar fyri fiskin sóust  í triðja ársfjórðingi 2023, tá ið fiskurin varð tikin. Hetta vísir á týdningin av at hava eina javna góða góðsku á smoltinum, ið verður framleitt á smoltstøðunum. Hetta er nakað vit fara at leggja serliga stóran dent á, nú vit økja framleiðsluna av stórum smoltum við víðkaðu smoltstøðunum á Norðtoftum, Glyvradali og Viðareiði, eins og á Applecross smoltstøðini í Skotlandi. Nú hava vit eisini gjørt avtalu um næstu stóru smoltstøðina ið verður bygd í Skálavík.

- Í mai gjørdu vit eina royndarútseting í Skotlandi við stórum smoltum frá Applecross smoltstøðini, og vit eru væl ávegis við at økja framleiðsluna av stórum hágóðsku smolti haðani. Fyri at minka um lívfrøðiliga váðan í Skotlandi, hava vit endurskoðað strategiina fyri komandi árini. Hægri enn áður fara vit at raðfesta egin framleidd hágóðskusmolt og komandi ár fer Applecross smoltstøðin at lata nærum øll smolt til sjógvalingina.

[object Object]Regin Jacobsen, stjóri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Upp á 500 gramm í Skotlandi komandi ár

- Eisini ætla vit at gera eina roynd við 500g smolti í Skotlandi longu í fyrsta ársfjórðingi komandi ár. Vit hava váðamett øll aliøkini í Skotlandi, og fara at tillaga útsetingina hareftir. Tað merkir millum annað, at nøkur aliøkir ikki verða nýtt, fyrr enn vit eru før fyri at minka lívfrøðiliga váðan við stórum hágóðskusmolti.

- Í Føroyum og Skotlandi hava vit avgjørt at útseta nakað av tøku til fyrst í komandi ári. Harvið verður fiskurin størri og kann seljast fyri hægri prís. Síðani miðskeiðis í september er lívfrøðiliga gongdin í Skotlandi batnað munandi og í Føroyum er hon munandi betrað. Tískil er ráðiligt at útseta tøkuna, eins og vit gjørdu í Skotlandi um somu tíð í fjør, ið vísti seg at vera sera væl eydnað.

Metlág lúsatøl

- Lúsastøðan hjá Bakkafrost er góð, bæði í Føroyum og í Skotlandi, við metlágum lúsatølum. Nýggj tøkni, serliga við feskvatni,  hjálpir sera væl at basa laksalúsini, eins og hon avmarkar avleiðingarnar á heilsuna hjá laksinum, sum vit serliga hava havt trupulleikar av í Skotlandi í hesum ársfjórðinginum.

- Marknaðurin fyri laks er góður og vøksturin í útboðnum av laksi er avmarkaður komandi ársfjórðingarnar. Kinesiski marknaðurin hevur tikið seg upp aftur, og vit hava eisini styrkt okkara støðu á amerikanska marknaðinum. Vit vænta at prísurin á laksi verður høgur í fyrru hálvu av 2024.

Tøkugjald rakar framleiðsluna av liðugtvørum

- Sum Bakkafrost áður hevur víst á, er nýggja tøkugjaldið í Føroyum ein dyggur smeitur fyri liðugvøruframleiðsluna, sum orsakað av broytingunum fyrr í ár,  verður meira váðafull. Orsakað av hesum, minka vit munandi um liðugvøruframleiðsluna komandi ár. Hetta sæst aftur við at vit fyri komandi ár bert hava gjørt avtalur um liðugvørur svarandi til 9 prosent av tøkuni, ið er minni enn helvtin av teimum 22 prosentunum vit høvdu gjørt avtalu um somu tíð í fjør, sigur Regin Jacobsen, stjóri at enda.

Tóku næstan 110.000 tons 

Havsbrún tók ímóti 109.685 tons (76.182 tons) – tøl í klombrum vísa til sama tíðarskeið árið fyri – av ráfiski í triðja ársfjórðingi 2023. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 316 milliónir krónur (119 milliónir) og fóðursølan var 35.903 tons (37.763 tons).

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 tók Havsbrún ímóti 413.485 tons (251.763 tons) av ráfiski og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri hevði eitt rakstraravlop, EBITDA lutfall, á 23 prosent (20 prosent).

Í smoltaligeirunum í Føroyum og Skotlandi vórðu 5,8 milliónir (6,6 milliónir) smolt sett á sjógv í triðja ársfjórðingi 2023: 3,3 milliónir (4,1 milliónir) í Føroyum og 2,5 milliónir (2,4 millionir) í Skotlandi.

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 vórðu íalt 16,3 milliónir (17,0 milliónir) smolt sett á sjógv: 9,0 milliónir (9,4 milliónir) í Føroyum og 7,3 milliónir (7,5 millionir) í Skotlandi.

Í triðja ársfjórðingi 2023 var rakstrarúrslitið í smoltaligeiranum í Føroyum 47 milliónir krónur (86 milliónir), svarandi til 34,67 krónur (51,69 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum. Í smoltaligeiranum í Skotlandi var rakstrarúrslitið 17 milliónir krónur (11 milliónir), svarandi til 59,79 krónur (42,55 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum.

Sjógvaligeirarnir fingu lægri søluprís í triðja ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tøkan í Føroyum var á leið tann sama sum sama tíðarskeið árið fyri, meðan tøkan í Skotlandi var lægri enn sama tíðarskeið árið fyri. Í triðja ársfjórðingi 2023 hevði sjógvaligeirin í Skotlandi útreiðslur av óvanligum felli, svarandi til 184 milliónir krónir (121 milliónir).

Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi í triðja ársfjórðingi 2023 var 20.840 tons kruvd vekt (24.950 tons): 16.740 tons (16.850 tons) í Føroyum og 4.100 tons (8.100 tons) í Skotlandi.

Fyrstu níggju mánaðirnar í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 55.939 tons í kruvdari vekt (66.129 tons): 36.403 tons (47.410 tons) í Føroyum og 19.536 tons (18.719 tons) í Skotlandi.

Sjógvaligeirin í Føroyum hevði eitt rakstraravlop á 108 milliónir krónur (274 milliónir), svarandi til 6,47 krónur/kg (16,29 krónur/kg) í triðja ársfjórðingi 2023. Sjógvaligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 282 milliónur krónur (rakstrarhall á 180 milliónir), svarandi til 68,70 krónur/kg (rakstarhall á 22,25 kr/kg) í sama tíðarskeiði.

Tænastugeirin hevði eitt rakstaravlop á 21 milliónir krónur (15 milliónir), svarandi til 0,99 krónur/kg (0,59 krónur/kg) í triðja ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið í prosentum var 10 prosent (7 prosent).

Í triðja ársfjórðingi 2023 var samlaði umsetningurin hjá sølugeiranum 2.188 milliónir (2.298 milliónir), við einum rakstraravlopi á 78 milliónir krónir (43 milliónir). Rakstraravlopið í prosentum var 4 prosent (2%). Rakstraravlopið var 3,73 krónur/kg (1,72 kr/kg).

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 3.045 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2023, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársendan 2022. Bakkafrost hevði 2.339 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av triðja ársfjórðingi 2023.

Soliditeturin var 61 prosent (62 prosent) við endan á triðja ársfjórðingi 2023.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder