Innlit, sum Portalurin hevur fingið frá Fiskimálaráðnum, vísir, at tey flestu av teimum, sum hava søkt um menningarkvotu, vilja hava makrelkvotu.
Hetta samvarar illa við, hvussu nógv tons av makreli talan verður um at lata. Tí hóast nógvar umsóknir eru um makrelkvotu, eru tað fægst tons av makreli, bara 3.159 tons, sum verður latin úr fiskimálaráðnum. Tað eru heili 31 umsóknir av teimum 37 umsóknunum, sum ynskja at fáa makrel.
Næst flest umsóknir eru til norðhavssild. Tað eru 27 umsóknir um norðhavssild og tað eru einans 4.695 tons av norðhavssild, sum skulu latast úr Fiskimálaráðnum.
Hóast tað eru nógv flest tons av svartkjafti, sum skulu latast í menningarkvotum, er talið av umsøkjarum nógv lægst har. Einans 22 umsøkjarar eru til svartkjaftakvotu, har 11.711 tons skulu latast.
Av 37 umsóknum, eru 19 umsóknir har søkt verður um menningarkvotu innan øll fiskasløg. Tað eru bara tveir umsøkjarir, sum einans søkja um svartkjaftakvotu, meðan ein einans hevur søkt um makrel. Tær flestu umsóknirnar snúgva seg um norðhavssild og makrel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald