Innanlands

Menningarkvotur: Harmast um at tað dregur út - men kunning kemur í morgin

Høgni Hoydal kann ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið um menningarkvotur sum nú er, men hann sigur at kunning kemur í morgin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-27 18:04 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg harmist um, at tað, ið varð fráboðað fríggjadagin, hevur drigið út. 

Tað sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum ikki kann siga enn, nær tað verður alment, hvør hevur fingið menningarkvotur. Fríggjdagin í síðstu viku varð boðað frá, at umsøkjarar til menningarkvotu fingu boð mánadagin um, hvørt umsóknin var gingin á møti ella ikki. Enn hava umsøkjarar ongin boð fingið, men Høgni Hoydal sigur, at kunning um menningarkvotur kemur í morgin, tá hann eisini fer at greiða frá, hvør grundin er til, at málið dregur út. 

- Tað komu nøkur mál upp, sum máttu loysast, sigur hann, men leggur afturat, at hann ikki fær sagt nakað meira ítøkiligt um málið. Landsstýrismaðurin kann heldur ikki siga, akkurát hvør kunning kemur í morgin. 

Í útvarpstíðindunum á miðdegi legði Jørgen Niclasen landsstýrismannin undir at keypa atkvøður við menningarkvotunum. Høgni Hoydal sigur, at hann ikki vil viðmerkja tílíkt. 

- Men tá málið er liðugt fáa øll sjálvandi høvi at seta allar spurningar, og tá kann eg eisini siga meira um, hví málið hevur drigið út, sigur Høgni Hoydal at enda. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder