Innanlands

Menningarkvotur so skjótt sum viðgerðin er liðug

Fyrisitingarliga viðgerðin tekur eina ávísa tíð, men eg haldi ikki tað hevur tikið langa tíð, sigur landsstýrismaðurin

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-02 11:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Menningarkvoturnar verða kunngjørdar so skjótt sum tann fyrisitingarligaviðgerðin er liðug.

Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á tingsins røðarapalli í morgun, tá ólavsøkurøða løgmans varð viðgjørd. Í andstøðuni hava funnist at um at menningarkvoturnar ikki eru útlutaðar hóast metingarnevndin lat sítt tilmæli inn fyri vikum síðani.

- Sambært lógini er tað landsstýrismaðurin, sum hevur endaligu ábyrgdina. Tað vil siga, at alt skal eftirkannast við ognarskapi og øðrum tílíkum, um fólk taka av og tílíkt. Tað tekur eina ávísa tíð - eg haldi ikki tað hevur tikið langa tíð, segði Høgni Hoydal.

- Sjálvt um tað hevur gingið ov long tíð frá tí at árið byrjaði til at tað nú kemur, og tað taki eg fulla ábyrgd av, segði landsstýrismaðurin.

Les eisini: Menningarkvoturnar kunnu lata dyrnar upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder