Innanlands

Menningarkvoturnar kunnu lata dyrnar upp

Reiðarar bíða í hesum døgum eftir boðum frá Fiskimálaráðnum, sum skuldu koma fyri ólavsøku

Felagið hevur arbeitt við keypi av norska uppsjóvarskipinum Rav, men hetta er eisini óvist so leingi menningarkvoturnar ikki eru lutaðar út (Mynd: Marinetraffic.com)

Felagið hevur arbeitt við keypi av norska uppsjóvarskipinum Rav, men hetta er eisini óvist so leingi menningarkvoturnar ikki eru lutaðar út (Mynd: Marinetraffic.com)

2018-08-01 16:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hevur nógv prát verið um menningarkvoturnar, sum Fiskimálaráðið skal luta út.

Knappar 40 umsóknir komu inn tá ið freistin var farin um menningarkvotur, sum skulu lutast út í einum tíðarskeiðið uppá 1, 2, 3 og 4 ár.

Ein av umsøkjarunum er Háldan Haldansen úr Vestmanna, sum nú ger eina roynd, at sleppa upp í uppsjóvarvinnuna, men leggur dent á, at enn er ov tíðliga at siga nakað um hvussu tað verður, sigur reiðarin í stuttari viðmerking.

- Ja, eg kann vátta, at vit hava søkt um menningarkvotur, men um vit fáa ein part av henni, veit eg ikki enn. Vit bíða eftir at Fiskimálaráðið skal boða frá hvussu býtið verður, sigur Háldan Haldansen

Tilmælið frá setanarbólkinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, varð latið inn fyri tveimum vikum síðan, men enn er einki frætta um hvør fær lut í menningarkvotunum. Fiskimálaráðið segði annars, at tað fór at verða áðrenn ólavsøku.

Fleiri feløg hava søkt um menningarkvotur, eitt nú Thor, reiðaríið aftanfyri línuskipið Sandshavið, Varðin Pelagic. Eisini fleiri nýggir aktørar hava bjóðað seg fram, og vóna at fáa ein part av menningarkvotunum.

Háldan Haldansen sigur, at tíðin er við at ganga undan, og her er tað serliga uppboðsølan, sum hann hugsar um.

- Uppboðssølan av uppsjóvarfiski verður hálvan august mánað, og tað er longu um tvær vikur, og tað er næstan ov knapt til at vit kunnu leggja nakað til rættis. Men vit vóna, at tað verður fyrsta dagin, at umsøkjararnir fáa nakað at vita, so at vit kunnu fyrireika okkum til at vera við í kappingini, greiðir hann frá.

Tað, sum Háldan Haldansen sipar til er, at við at fáa lut í menningarkvotunum so verður áhugin hjá teimum størri at keypa á uppboðsøluni, men tað veldst tó alt um, hvussu stóra nøgd ella um teir yvirhøvur fáa ein part av menningarkvotunum.

Reiðarin vil ikki siga so nógv um ætlanirnar enn, av tí at teir framvegis ikki hava hoyrt nakað frá Fiskimálaráðnum, og tí er alt so óvist enn. 

Felagið hevur arbeitt við keypi av norska uppsjóvarskipinum Rav, men hetta er eisini óvist so leingi menningarkvoturnar ikki eru lutaðar út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder