Merkta grindin er nú sunnan fyri Rockall

Grindahvalirnir vórðu merktir í Fuglafirði 3. september og eru teir ávegis suðureftir. Sambandið er slitnað við ein av teimum trimum sendarunum

Mynd: hav.fo

Mynd: hav.fo

2024-09-12 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Havstovuni.

Rockall liggur í Atlantshavi - nakað frá Hebridunum. 

Hvalirnir ferðaðust fyrst fram við hellingini av bretska landgrunninum, síðan vestur millum Rosemary og Dohrn bankan.

. Í løtuni ferðast teir róliga suðureftir, fram við innaru hellingini av Rockall bankanum. Ferðin er umleið tríggjar fjórðingar um tíman.

Sambandið er slitnað við ein av teimum trimum sendarunum, skrivar hav.fo at enda. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder