Innanlands

Mest skal umbyggja Thor Omega

Nýggj sektión skal gerast undir brúnni. Arbeiðið verður gjørt hjá Mest í Havn

Soleiðis skal síggja út aftaná umbyggingina (Mynd: Mest)

Soleiðis skal síggja út aftaná umbyggingina (Mynd: Mest)

2019-07-17 09:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Reiðaríið Thor og og skipasmiðjan MEST hava gjørt sáttmála um umbygging av skipinum Thor Omega M/s. Talan er um at byggja, og seta í eina nýggja sektión undir brúnni. Í nýggju sektiónini eru fimtan 2 manskømur, vesir og annað.

Tað skrivar Mest á heimasíðu sínari.

[object Object]Hans Andrias Kelduberg, reiðari, og Mouritz Mohr, stjóri á Mest (Mynd: Mest)

Thor Omega M/s er bygdur á Mest á Skála í 2008. Arbeiðið verður gjørt í heyst á Mest í Havn, og snýr seg í høvuðsheitum um at byggja sektiónina lidna í byggihøllini innan skipið kemur, fyri síðani at loysa brúnna oman av tá skipið er komið, seta nýggju sektiónina umborð og so áseta brúnna omanáaftur nýggju sektiónina.

Mouritz Mohr, stjóri á Mest sigur, at tað er sera gleðiligt at Thor vísir hetta álit og letur hetta arbeiðið gera heima í Føroyum, og ikki minst at vit, sum hava bygt skipið í sínari tíð eisini vera við til at dagføra skipið til dagsins krøv og tørv.

Sum sæst á niðanfyristandandi mynd hevur skipið verið víða um á heimsins høvum síðani tað var bygt á MEST og til í dag , nú tað kemur “heim” aftur til umbyggingar.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder