Innanlands

Miðalaldurin á uppsjóvarskipunum er 18 ár

Seinasti nýbygningurin til føroysku uppsjóvarvinnuna kom í 2010, men eitt skip frá 2018 varð skrásett í flotanum í fjør

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-17 20:02 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hóast vit ikki hava fingið nakran nýbygning í 10 ár, so er ein týðiligur munur á miðalaldrinum á teimum ymsu skipabólkunum, har uppsjóvarflotin hevur lægst miðalaldur.

Føroyski uppsjóvarflotin eldist spakuliga. Her verður hugsað um skip, sum eru skrásett sum nótaskip og trolarar. Ìdnaðarskip, sum eisini fiska uppsjóvarfisk, eru ikki tald saman við í hesari samanrokningini.

Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum er Gitte Henning 1, sum Varðin úr Gøtu hevur keypt úr Skagen. Gitte Henning 1 er bygt í 2018, og verður tí einans 2 ár í ár.

Hini lutfallsliga nýggju uppsjóvarskipini í flotanum eru Tróndur í Gøtu, sum er seinasti nýbygningurin, sum føroyingar lótu byggja í 2010 og Norðborg í 2009.

Høgaberg er bygdur í 2014, og er júst blivin 6 ára gamal. Hesin varð tó keyptur úr Norra, og er ikki bygdur til føroysku eigararnar.

Aftaná hesi skipini koma Finnur Fríði, Borgarin og Norðingur, sum eru bygd í 2003, og harvið eru 17 ára gomul.

Síðani kemur Christian í Grótinum, sum er bygdur í 2002, og er 18 ár.

Jupiter, Arctic Voyager, Katrin Jóhanna og Fagraberg eru yvir 20 ár.

Jupiter er elst av hesum trimum, og verður 26 í ár. Síðani koma Arctic Voyager og Katrin Jóhanna, sum eru 23 ár, og síðst er Fagraberg, sum er 21 ár.

Næst elsta uppsjóvarskipið í flotanum er Fram úr Vestmanna, sum reiðaríið Jókin í Hvalba eigur. Fram er bygdur í 1989, og verður tí 31 ár í ár.

Elsta uppsjóvarskipið í flotanum er Hoyvík, sum er bygt í 1979, og tí er 41 ár.

Røddir hava verið frammi um at fyrireikingar eru í gongd við at fyrireika nýbygningar til føroysku uppsjóvarvinnuna, men hetta er tó ikki nakað, sum vit hava fingið vátta.

Tó standa fleiri av uppsjóvarskipunum á sølulista, og eru tey Jupiter, Arctic Voyager, Fram, Hoyvík, Christian í Grótinum og Slættaberg, sum eisini er uppsjóvarskip, men er ikki er í vinnu meira, og ikki er í uppteljingini omanfyri.

Skip, sum eru skrásett sum ídnaðarskip eru ikki við í uppteljingini. Tey eru Tummas T og Næraberg.

Miðalaldurin á skipunum niðanfyri er 18 ár.

 

Hoyvík (41 ár)

 
[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)
 
[object Object]

Fram (31 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Jupiter (26 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Arctic Voyager (23 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Katrin Jóhanna (23 ár)

[object Object](Mynd: Jn.fo)

[object Object]

Fagraberg (21 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Christian í Grótinum (18 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Borgarin (17 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Norðingur (17 ár)

[object Object]Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Finnur Fríði (17 ár)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Norðborg (11 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Tróndur í Gøtu (10 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Høgaberg (6 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

Gitte Henning 1 (2 ár)

[object Object](Mynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder