2020-01-12 08:05
![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í desember kom Jógvan I, sum er bygdur í 1998 í føroyska flotan, og fyrr í vikuni varð nýggi Klakkur frá 2010, yvirtikin og skrásettur í Føroyum.
Jógvan I (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast ikki nýggj, so eru hesi skipini rættiliga ung, um vit samanbera við stóran part av línuflotanum. Elsta skipið í línuflotanum er Havbúgvin við sínum 60 árum. Síðani koma Núpur og Carlton við sínum 59 árum hvør.
Miðalaldurin, nú tvey nýggjari skip eru skrásett í flotanum er nú komin niður á 41 ár.
Síggj yvirlit frá desember 2019 her: Flotin yngist ikki stórvegis
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald