2020-06-08 19:56
Seinnapartin í dag bjóðaðu Bakkafrost og J.T. Electric til almenna móttøka umborð á nýggjasta aliflakanum Kleivini, sum lá í Norðhavnini í Klaksvík.
Væl av fólki vitjaðu umborð í góðveðrinum. Kleivin er eitt fyrrverandi farmaskip, sum J.T. Electric hevur keypt og umbygt til aliflaka í Pólandi.
Kleivin, sum Bakkafrost hevur keypt frá J.T. Electric, er 84 metrar long og tekur umleið 900 tons av alifóðri og er heimsins størsti aliflaki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald