2020-04-03 20:33
Rækjutrolarin kom beint eftir døgurða á Havnina, har teir skulu skifta fólk.
Arctic Viking hevur júst landað 478 tons av rækjum í Íslandi, og tá ið teir høvdu landað, varð avgerð tikin um, at koma á Føroyar, at skifta fólk.
Hetta varð gjørt, tí at tað verður ikki flogið millum Føroyar og Ísland, og við at koma á Havnina fingu teir eisini minka minst møguligt um smittuvandan.
Arctic Viking skal eisini gera okkurt smátt arbeiði hjá Mest á Havnini, áðrenn farið verður aftur til fiskiskap sunnudagin.
Sí myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald