Fyrrverandi føroyska uppsjóvarskipið Norðborg, sum Kristian Martin Rasmussen og synir áttu, kom í gjár á Havnina.
Skipið, sum í dag kallast Lazurnyy, og hevur heimstað í Murmansk, er ikki ein heilt óvanligur gestur í Føroyum hesa árstíðina.
Ikki er skipið nógv broytt síðan tað varð selt av landinum fyri 11 árum síðan.
Reiðaríið bygdi eitt stórt og framkomið verksmiðjuskip í Kili, sum skuldi avloysa táverandi Norðborg, sum klaksvíkingar høvdu keypt úr Norra nøkur ár frammanundan.
Fyrrverandi Norðborg hevði eitt heilt stutt skiftið navnið Christian í Grótinum eisini, og var tað tí at reiðaríið seldi táverandi Christian í Grótinum til Kili, tá ið nýggja Norðborg kom til landi í 2008.
Skipið varð selt til Russland í 2009.
Hósdagin lá núverandi Norðborg á Havnini, har teir tóku útgerð umboð í samband við at skipið fer á svartkjaftaveiðu, og sigast kann ikki annað, at talan var um eina slóbrótandi menning hjá bæði reiðarínum og manning tá ið skipið kom í flotan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald