Innanlands

Myndir: Hálvdeytt fiskivinnuting í Klaksvík

Myndir frá fiskivinnutinginum á Skúlatrøð í kvøld. Fáir mánaðir eru síðani seinasta val, og kanska tí var ikki so lívligt, sum tað onkuntíð hevur verið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-19 23:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fiskivinnuting var í kvøld í Klaksvík sum partur av Torradøgunum hesa vikuna.

Høvuðsevnið var nýggja fiskivinnulóggávan. Nógv kjak var um núverandi aktørar og hvussu nýggir aktørar kunnu koma inn í vinnuna.

Tað eru fáir mánaðir síðani vit høvdu eitt val, so kjakið var ikki so lívligt, sum tað onkuntíð hevur verið. Til dømis landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard var komin niður á jørðina síðani seinasta valfundin í somu hølum fyri nøkrum mánaðum síðani.

Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen royndu at verja sína fiskivinnunýskipan, sum teir fingu ígjøgnum undir seinastu samgongu.

Eftir pallborðsfundin millum politisku umboðini, kjakaðust umboð frá vinnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder