Innanlands

Myndir: Hildu tað vera eitt ferðamannaskip

Serstaka sniðið á nýggja Christiani í Grótinum ger, at ferðafólk í Skagen ikki vita at talan er um eitt fiskiskip. Sí fleiri myndir av fyrsta føroyska nýbygninginum í 12 ár

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-07-26 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Myndirnar eru tiknar í samstarvi við Fishfacts

"Hvat er hetta fyri eitt skip? Tað líkist einari marglætisjátt", segði eitt ferðafólk í Skagen, sum Portalurin tosaði við seinnapartin. Ein donsk kvinna, helst búsitandi í Skagen, sum vit møttu løtu seinni, fekk heldur ikki greiði á hvat slag av skipi talan var um.

Nakrar tímar frammanundan var sleiparin Formidable komin úr Pólandi til Skagen við skrokkinum av Christiani í Grótinum, sum er nevyt líkur tí hjá Ruth, sum liggur við somu bryggju og skal vera liðug í heyst. Munurin sæst serliga á brúnni, sum er serstøk í mun til onnur uppsjóvarskip, sum vit hava sæð seinastu árini.

Skrokkurin er 90 metrar langur og 17-18 metrar breiður. Kostnaðurin er umleið 300 milliónir, og skipið skal eftir ætlan latast reiðarínum í januar.

Vit tóku myndir tá skrokkurin kom til Skagen í morgun:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder