Innanlands

Myndir: Mykines og Akranes á Havnini

Mykines kom í føroyska flotan í 2017 og Akranes kom í flotan í fjør

Mynd: Akranes og Mykines - Sverri Egholm

Mynd: Akranes og Mykines - Sverri Egholm

2020-02-06 22:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Stóru farmaskipini Mykines og Akranes lógu bæði á Havnini í morgun.

Skipini eru ein partur av flotanum hjá Smyril Line, og hevur felagið í alt fimm skip í flotanum.

Fyrst keypti Smyril Line farmaskipini Cometa og Tananger, sum fingu nøvnini Eystnes og Hvítanes. Síðani kom Mykines í flotan í 2017, og um ársskiftið um Akranes. 

Størsta skipið í flotanum hjá reiðarínum er Norrøna, sum við sínum knapt 165 metrum eisini er flagskipið í føroyska flotanum. Norrøna er bygd í 2003. Smyril Line lat ferðamannaskipið byggja í Týsklandi.

Síðani kemur Mykines, sum er umleið 140 metrar, og Akranes, sum er umleið 139 metrar. Bæði skipini eru 22,65 metrar breið, har Norrøna klárt hevur munin og er heili 30 metrar breið. Mykines er bygt í í 1996, og Akranes er bygt í 1998. Mykines og Akranes eru systurskip, og bygd á somu skipasmiðju í Norra.

Eystnes og Hvítanes, sum eisini eru systurskip, eru 93,6 metrar lang, og 16,5 metrar breið, og eru eisini eldstu skipini hjá felagnum. Hvítanes er bygt í 1980, og Eystnes í 1981.

[object Object]Akranes og Mykines (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder