2021-01-13 13:24
Mánakvøldið setti skipið, sum skal avloysa núverandi Pison kós móti Klaksvík, og um middagsleitið legði skipið at í fiskivinnuhøvuðsstaðnum.
Eitt sindur av fólki var komið saman á bryggjuni, men orsakað av koronatilmælunum var eingin móttøka hildin, og tað var ikki møguligt at sleppa umborð.
Frystilínuskipið, sum áður hevur havt navnið Nyvoll Senior er bygt í Vági í 1987. Nú skal skipið yvirtakast endaliga og ymiskt skal gerast klárt til fiskiskap. Skipið er keypt úr Noreg.
Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald