Innanlands

Myndir: Nýggja havrannsóknarskipið hómast í Nólsoyarfirði

Skrokkurin til nýggja havrannsóknarskipið varð í morgun sleipað norð eftir Nólsoyarfirði. Skrokkurin skal sleipast inn á Skála

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-22 11:55 Author image
Sverri Egholm

Fyrrapartin var nýggja havrannsóknarskipið at hóma í mjørkanum í Nólsoyarfirði. Ein danskur sleipibátur hevur togað skrokkin til Føroya úr Litava.

Havrannsóknarskipið verður gjørt liðugt á skipasmiðjuni hjá Mest á Skála, og skal eftir ætlan vera liðugt næsta summar.