
Um 18 tíðina kom stóri frystitrolarin Annelies Ilena á Fuglafjørð. Skipið kemur við góðum 7000 tonsum av svartkjafti, sum skulu landast til Bergfrost.
Bergfrost hevur fyrireikað hesa verkætlan í útvið eina viku. Frystikapasiteturin hjá Bergfrost er 25.000 tons, og er hon ein av teimum fáu frystigoymslunum í norðanlondum, sum kann taka ímóti so stórum nøgdum. Skipið klárar at lossa 200 plattar um tíman, sum svarar til góð 200 tons, og tað klárar Bergfrost at taka ímóti.
Annelies Ilena er heimsins størsti frystitrolari og er 144 metrar langur og 24 metrar breiður. Skipið er bygt í Noreg í 2000.
Vit tóku nakrar myndir tá Annelies Ilena kom á Fuglafjørð seinnapartin.
-
Í Leirvíksfirði (Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
Skipið sást aftur í bygdarmyndini í Leirvík (Mynd: Sverri Egholm)
-
Leirvík (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Kiran Jóanesarson)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Fuglfirðingar vístu áhuga fyri stóra farinum (Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
(Mynd: Sverri Egholm)
-
Annelies Ilena og Norðborg (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald