Innanlands

Næraberg - bara eina millión í vinningini

Ársúrslitið hjá P/F Næraberg gjørdist góða millión fyri 2019, hetta hóast sølan øktiskt við meira enn 25 prosentum. Felagið rindaði 97 milliónir í tilfeingis- og uppboðssølugjøldum

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-09 13:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggasti ársroknskapurin hjá P/F Næraberg vísir at felagið hevði eitt yvirskot upp á eina góða millión, og rindaði 97 milliónir krónur í tilfeingis- og uppboðsølugjaldið.

Tað skrivar Fishfacts, sum á heimasíðuni hevur greinað seinasta roknskapin hjá P/F Nærabergi.

P/F Næraberg hevði framgond í 2019 sammett við 2018. Sølan øktist við 74,1 mió. kr. Úr 277 mió. kr. til 351 mió. kr. Vøksturin var 26,7 prosent. 

Felagið eigur pelagisku skipini Næraberg, Borgarin, Norðingur og Slættaberg.

[object Object]Næraberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

P/F Næraberg hevði somuleiðis fleiri útreiðslur. Starvsfólkaútreiðslurnar hækkaðu við 20 prosentum. Úr 78 mió. kr. í 2018 til knappar 94 mió. kr. í 2019. Harumframt hækkaðu av- og niðurskrivingarnar við meira enn 10 mió. kr. Úr 26,8 mió. kr. í 2018 til 37 mió. kr. í 2019. Økingin var 38 prosent.

Tá starvsfólkaútreiðslur, av- og niðurskrivingar og annar rakstrarkostnaður verður tikin av søluni gerst úrslitið fyri tilfeingis- og uppboðsølugjøld 98 milliónum krónum. 

Felagið keypti nógva kvotu á uppboðsølu í 2019, og vaks tilfeingis- og uppboðsølugjaldið við 40 mió. kr. Úr 57,6 mió. kr. til 97 mió. Kr. Økingin var 68,4% sammett við 2018.

Tískil gjørdist ársúrslitið slakar 1,2 mió. kr. 

Løgtingið avtók fyri summarsteðgin uppboðssøluna. Sambært ársfrágreiðingini væntar felagið eitt betur úrslit fyri 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder