2020-04-06 20:07
Verksmiðjuskipið Næraberg kom á Kollafjørð í gjár, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða, ES og í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Teir endaðu túrin í føroyskum sjógvi, og høvdu 2700 tons av frystum svartkjafti við til lands, sum teir landa til frystigoymslurnar í Kollafirði.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald