Innanlands

Næraberg komin á Kollafjørð við fullari last

Næraberg hevur 3200 tons av svartkjafti við til lands

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-18 19:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Næraberg kom á Kollafjørð í dag, har veiðan skal landast.

Næraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Talan er um heilfrystan svartkjaft, sum Næraberg skal landa í Kollafirði, og óvist er um teir fara aftur í altjóða sjógv at royna, ella um bíðað verður til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv í apríl mánaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder