2020-05-26 06:41
Framleiðsluskipið Næraberg kom í gjár á Kollafjørð, har teir skulu landa.
Næraberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava teir 3200 tons av frystum svartkjafti, sum teir landa í Kollafirði.
Fiskiskapurin hendan túrin hevur verið hampiligur, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald