Innanlands

Næraberg seldur av landinum

Tað hevur ikki eydnast at fingið lønandi vinnu burturúr at virðisøkja svartkjaftin umborð 

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-22 22:08 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

P/f Næraberg hevur gjørt avtalu við útlendskan keypara at selja Næraberg av landinum.

Størsti parturin av kvotuni hjá felagnum er svartkjaftur og felagið hevur síðani tað varð stovnað fyri meira enn 20 árum síðani roynt at virðisøkja svartkjaftin umborð og at framleiða hann til matna.

Hetta arbeiðið hevur verið spennandi og hevur skapt nógv føroysk arbeiðspláss, men tað hevur tíverri ikki eydnast at fáa lønandi vinnu burturúr, sigur reiðaríið.

Mett verður ikki at tað er fíggjarliga forsvarligt fyri felagið at halda áfram við hesi verkætlan at framleiða til matna umborð.

Felagið hevur tí tikið støðu til fyribils at støðga at framleiða svartkjaft umborð og tí verður Næraberg seldur.

Kvoturnar verða framyvir fiskaðar av Norðingi og Borgaranum, sum felagið eisini eigur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder