Innanlands

Nærkast til nýggi Fagraberg kemur í flotan

Framherji yvirtekur nýggja Fagraberg 1. mars í næsta ár

Serene fær navnið Fagraberg 1. mars í 2026 (Savnsmynd: Ivan Reid)

Serene fær navnið Fagraberg 1. mars í 2026 (Savnsmynd: Ivan Reid)

2025-11-13 10:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Avtalan kom upp á plass í endanum av 2024, og 1. mars í 2026 yvirtekur Framherji í Fuglafirði uppsjóvarskipið frá 2018.

- Vit yvirtaka Serene 1. mars næsta ár, og skipið fer at fáa navnið Fagraberg, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Hann sigur víðari, at núverandi Fagraberg skal seljast, og hóast tað er kent, at reiðaríið fær ein nýggjan Fagraberg tíðliga næsta ár, so er skipið ikki sett á sølulista enn. 

- Onkrir fyrispurningar eru komnir uppá skipið, men einki ítøkiligt, men tað er komið runt at vit hava keypt annað skip fyri Fagraberg, og núverandi Fagraberg hevur verið okkum góður, og tí er eisini áhugi fyri skipinum, sigur Anfinn Olsen. 

Hóast skipið er átta ár tá ið Framherji yvirtekur skipið, so er talan um eitt skip, sum er sum nýtt, av tí at hetlendingar ikki fiska líka nógv sum føroyingar, og av tí sama er minni slit á skipunum.

Nýggi Fagraberg hevur ein MAN motor við knapt 10.000 hk.

Skipið er bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og varð handað hetlendsku eigarunum í september 2018.

Serene er ikki útgjørt at fiska við nót, og merkir hetta at skipið einans fer at trola eftir uppsjóvarfiski.

Høgaberg er útgjørdur at fiska við nót, og tí verður tað hetta skipið, sum fer at fiska lodnukvotuna við Ísland, tá ið hon aftur verður ásett.

Størri skip, men minni last
Við nýggja Fagraberg fær Framherji ikki bara eitt munandi nýggjari skip, men eisini eitt munandi størri skip.

Nýggi Fagraberg er 82 metrar langur, og heili 17,2 metrar breiður.

Samanbera vit hetta skipið við núverandi Fagraberg, so er núverandi skip somu longd, men góðar 14 metrar breitt, og hetta kemur at merkjast hjá manningini, sum fær munandi hugaligari umstøður umborð tá ið siglt verður langar teinar eitt nú á makrelveiðu við Hetland.

Hóast nýggi Fagraberg er størri, so lastar gamli Fagraberg meira, tí skipið frá 2018, lastar beint undir 3.000 tons við køling, og núverandi Fagraberg lastar væl oman fyri 3.000 tons við køling.

[object Object]Serene skal avloysa Fagraberg 1. mars í komandi ár (Savnsmynd: Ivan Reid)

[object Object]Núverandi Fagraberg (Mynd: Sverri Egholm)

Kvoturnar eftir svartkjafti og makreli minka í 2026
Tað er alment kent, at kvoturnar eftir svartkjafti og makreli fara at minka munandi í komandi ár, og hetta er ein faktorur, sum Framherji av góðum grundum ikki visti av, tá ið avtala varð gjørd um Serene.

- Vit vistu sjálvandi ikki at man fór at mæla til so stórar niðurskerjingar av svartkjaftinum og makrelinum, men hóast hetta kann gerast ein avbjóðing, so verður núverandi Fagraberg ikki yngri, sigur Anfinn Olsen, sum vísir á, at Fagraberg verður 27 ár næsta ár. 

- Kvoturnar hava verið skiftandi alt tað vit vita, og hetta sær so út til at gerast eitt ár, har grundarlagið hjá føroyingum fer at vikna eitt sindur, men Framherji eigur ein stóran part av føroysku kvotunum, og tí síggja vit ljóst uppá framtíðina. Hetta, hóast stóru niðursekerjingarnar, sum verða spáddar fyri svartkjaftin og makrelin í 2026, sigur Anfinn Olsen at enda. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder