Innanlands

Nær ætlar Høgni Hoydal at luta menningarkvotur út

Bjørn Kalsø ótolnast eftir menningarkvotunum í grein 52 fyrispurningi

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-07 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nýggju lógini um sjófeingi, er heimild givin landsstýrismanninum at luta út 8,5 prosent av fiskinum, ið kann fiskast av føroyingum, í menningarkvotum.

Í grein 52 fyrispurningi setur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, spurnartekin við hesar menningarkvoturnar.

Hann spyr millum annað nær tað kann roknast við, at tær verða tillutaðar. Eisini vil Bjørn Kalsø hava at vita um landsstýrismaðurin fer at fylgja tilmælinum neyvt, og nær hann hevur fingið tilmælið frá tilmælisnevndini.

Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin vil eisini vita um nýggir aktørar í fiskivinnuni eru millum teirra, sum fáa.

- Undir viðgerðini av lógini í Løgtinginum greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann í eini handavend, eftir tilmæli frá serfrøðingabólki, fór at tilluta menningarkvoturnar. Men nú væl er liðið á árið, og tilmælið er latið frá serfrøðingabólki fyri tíð síðan, eru ongar menningarkvotur lætnar, sigur Bjørn Kalsø í viðmerkingunum.

- Mong hava tosað um politiska útlutan í sambandi við, at menningarkvoturnar skulu latast. Onnur um týdningin av, at aktørarnir í góðari tíð fáa kvoturnar, so fiskiskapur og framleiðsla kunnu leggjast til rættis og virðini gagnnýtast.

38 umsóknir komu um menningarkvotur.

Les eisini: Menningarkvotur kunnu lata dyrnar upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder