Innanlands

Navigare selt Hav Sand

Navigare hevur átt Hav Sand seinastu knapt 14 árini

Hav Sand er selt av landinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Hav Sand er selt av landinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-24 11:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Felagið Navigare í Søldafirði hevur selt Hav Sand av landinum.

Tað váttar Álvur Højgaard, reiðari, fyri Portalinum.

- Vit hava selt Hav Sand, og nýggju eigararnir yvirtóku skipið í dag, sum nú skal hava heimstað í Svøríki eftir at vit hava átt skipið í knapt 14 ár, sigur reiðarin við Portalin.

Reiðarin ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er selt fyri, men sigur at tilgongdin er farin í gongd við at finna eitt annað skip fyri Hav Sand. 

Navigare keypti Hav Sand í 2011, og stytti síðani skipið hjá Mest í Havn umframt at skipið eisini bleiv bygt um til sjálvlossara, og síðani hevur skipið verið í fastari sigling hjá felagnum. 

- Seinasta lastin hjá skipinum bleiv ein last av fiskamjøli, sum varð sigld úr Sligo í Írlandi til Karmøy í Noregi. Tá ið hendan lastin varð leverað sigldi skipið til Gøteborg, har hann nú er latin nýggju eigaraunum, sigur Álvur Højgaard, reiðari.

Navigare eigur 11 skip umframt at felagið hevur fýra onnur skip í sigling. 

Navigare er eisini í holt við at byggja fýra nýggj farmaskip í Hollandi. Tað fyrsta verður latið Navigare í komandi ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder