Á listanum fyri tey ríkastu fólkini í danska ríkinum liggja stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen og mamma hansara Oddvør Jacobsen, nú á plássi nummar 58. Hetta er níggju pláss betur enn á listanum fyri 2023.
Ognin hjá teimum verður mett til 3,4 milliardir krónur, sum er 600 milliónir meira enn árið fyri.
Tað er danski miðilin Økonimisk Ugebrev, sum ger listan yvir tey 100 ríkastu fólkini og familjurnar í Danmark.
Oddvør Jacobsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Um Bakkafrost verður m.a. sagt soleiðis í umrøðuni av Regini og Oddvør Jacobsen:
“Teir báðir stóru partaeigararnir – móðir og sonur – hava eina óbroytta ogn í mun til árið fyri. Bakkafrost er skrásett í keypsskálanum í Noregi, hóast felagið hoyrir heima í Føroyum. Ognarvøksturin á yvir eina hálva milliard kemur av, at partabrævakursurin er væl hægri enn árið fyri.”
Bert ein annar er á hesum listanum, hvørs virksemi er innan fiskivinnuna. Tað er reiðarin Henning Kjeldsen í Skagen, sum fyrr átti stóra uppsjóvarskipið “Gitte Henning”. Hann liggur nummar 77 á listanum við eini ogn á 2,4 milliardir krónur. Høvuðsfeløg hansara eita “Gitte Henning Pelagic A/S” og “Henning Kjeldsen Holding ApS”, og eftir at hann seldi uppsjóvarskipið, hevur hann millum anna gjørt íløgur í fleiri hotell í Skagen.
Nummar eitt á listanum og nógv ríkast í Danmark, er familjan Kirk Kristiansen, ið eigur Lego. Tey eru góð fyri 368,8 milliardir krónur. Teimum á baki kemur familjan Holch Povlsen/Heartland-samtakið (85,9 milliardir krónur) og Familjan Clausen/Danfoss (84,7 milliardir krónur).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald