Innanlands

Nógv djóraæti á Landgrunninum

Í tíðarskeiðinum 14.- 20. mai gjørdi Magnus Heinason kanningar av havfrøði, æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Apríl-mai verður hildið at vera avgerandi fyri vøkstur og yvirliving

2020-06-02 19:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í tíðarskeiðinum 14.- 20. mai gjørdi Magnus Heinason kanningar av havfrøði, æti og fiskalarvum á Landgrunninum. Hildið verður, at tíðarskeiðið apríl-mai er avgerðandi fyri vøkstur og yvirliving hjá fiskalarvum, og líknandi kanningar vóru tískil eisini gjørdar í apríl.

Fiskalarvurnar vóru enn rættiliga smáar, og størsta nøgdin var at finna norðanfyri og í ein útnyrðing úr Føroyum. Nógv var til av djóraæti (sonevndum kopepodum), serstakliga á Landgrunninum eystanfyri. Eggproduktiónin hjá hesum kopepodum var høg nær landi, og har var eisini mest av fiskalarvum at finna. Hesir kopepodar, og egg teirra, eru avgerandi týdningarmikil føði hjá fiskayngli hesa árstíð.

Gróðurin - fyrsta liðið í føðiketuni - hevði tó ikki tikið seg upp enn. Størsta nøgd av plantuæti var máld norðanfyri og vestanfyri, og har var eisini nógv av fiskalarvum. Á ávísum støðum á ytra parti av Landgrunninum vóru óvanliga nógvir pílormar (Chaetognatha) at síggja í ár. Hesir kunnu kappast við fiskayngul um føðina.

Meira kann lesast í túrfrágreiðingini her.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder