Innanlands

Nógv lodna fingin inni á firðunum

Tað var ein óvæntaður og óvanligur finningur hjá havrannsóknarskipinum, sum í veruleikanum royndi at fáa fatur á nebbasilg

(Savnsmynd: Jóhan Mortensen)

(Savnsmynd: Jóhan Mortensen)

2020-04-23 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist bert hjá Magnusi Heinasyni at finna eina heilt lítla nøgd av nebbasild á sínum nebbasildakanningum. 4 kg varð fingin á teimum 11 tovunum Meginparturin av hesum var havnebbasild.

Inni á firðunum var eingin nebbasild, men harafturímóti varð lodna fingin á Skálafjørðinum, í Haraldssundi, á Rituvík eins og hon var fingin útiá norðan fyri Viðoynna og eystan fyri Dalsenda á Sandoynni. Talan var um stóra nøgd

Hetta skrivar hav.fo, ið slær fast, at hetta er ikki komið fyri ferð

Fleiri lodnur vóru gýtandi. Gitt verður, at hendan lodnan møguliga er rikin inn á føroyska landgrunnin úr Íslandi.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder