Innanlands

Nógv sild verður landað í Føroyum

Føroysku skipini hava góðan sildafiskiskap

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarsson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarsson)

2019-10-04 21:14 Author image
Kiran Jóanesarson

Seinastu dagarnar eru nógv sild landað bæði í Fuglafirði og í Kollafirði, og góða gongdin heldur fram.

Uppsjóvarskipið Norðingur landar í løtuni 1350 tons av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi til Faroe Pelagic í Kollafirði. 

Framleiðsluskipið Næraberg kom seint seinnapartin á Kollafjørð við yvir 3000 tonsum av sild, sum eisini verður landað í Kollafirði, og sum teir somuleiðis hava fiskað í íslendskum sjógvi.

Í Fuglafirði landaði íslendska skipið Huginn 900 tons av sild í dag, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi, og aftaná slapp Fagraberg framat við 1500 tonsum.

Hóast fleiri skip fiska sild fyri tíðina eru tað framvegis nøkur fá uppsjóvarskip, sum fiska makrel norðanfyri, har roynt verður í altjóða, føroyskum og í norskum sjógvi.