Føroyski rækjutrolarin Arctic Viking kom í gjárkvøldið á Kollafjørð, har teir skulu landa.
Teir hava fulla last, harmeginparturin - 270 tons, er rækjur, og 210 tons er svartkalvi.
Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
Arctic Viking hevur fiskað rækjurnar á Flemmish Kap, meðan svartkalvin er fiskaður á Grand Bank.
Arctic Viking landaði 212 tons av rækjum í Íslandi, sum teir høvdu fiskað í Eystur Grønalndi, áårenn teir fóru yvir til Flemmish Kap, at fiska.
Hósdagin landaði stóri grønlendski trolarin Polar Princess 800 tons av tosi í Kollafirði.
Tá ið liðugt var at landa, komu teir á Havnina eftir útgerð áðrenn teir fóru í Barentshavið at fiska.
Polar Princess (Savnmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald