Innanlands

Nógvar landingar í Fuglafirði

Akraberg kom á Fuglafjørð í gjar við 1300 tonsum

2020-01-30 11:38 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Teir hava verið í norska partinum av Barentshavinum, og hava 900 tons við til lands, og 400 tons av súrløga. Restin er rundfryst.

Teir hava havt góðan fiskiskap hendan túrin. Byrjað var at fiskað 1. januar, og høvdu teir fulla last eftir 25 døgnum, og settu síðan kós móti Føroyum.

Frystaveiðan hjá Akraberg verður landað til Bergfrost, og súrløgan til Havsbrún í Fuglafirði.

Hjá Havsbrún landar Gitte Henning 1 2000 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Teir hava havt góðan fiskiskap, og byrjaðu at landa í gjár.

Tá ið teir eru lidnir at landað sleppur Arctic Voyager framat at landa umleið 1900 tons av svartkjafti.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Hjá Pelagos landar Høgaberg í løtuni, og danska uppsjóvarskipið Isafold bíðar eftir landaringartørni. Teir hava verið á makrelveiðu í ES sjógvi, eins og Høgaberg.

[object Object]

Mynd: Gitte Henning 1 (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Mynd: Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Mynd: Høgaberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

[object Object]Mynd: Isafold (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder