Innanlands

Nógvur fiskur og gott skip

Heri Henriksen, skipari á Jógvan I, letur væl at. Teir eru til fiskiskap á Flemish Cap í løtuni

Heri Henriksen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Heri Henriksen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-02-02 07:06 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Her er nógvur fiskur og skipið er gott, so kann eg sum skipari illa ynskja mær meira. Tað gekk eitt sindur striltið at byrjað við, bæði við fiskiskapi og við arbeiðinum umborð.

- Flestu av manningini eru ikki vanir at sigla við frystilínuskipið, so tað tekur sína tíð at koma á lagið og at gera arbeiðið skjótt.

Tað sigur Heri Henriksen, skipari á Jógvani I av Flemish Cap.

- Besti dagur hjá okkum var fyrradagin. Vit fingu 19 tons og útvið eitt tons varð skorið til flakt. Daginfyri fingu vit 17 tons, so vit gerast vónandi dugnaligari sum dagarnir ganga, sigur Hann.

- Tað er bara spell, at nú vit eru við at koma á lagið við at hagreiða fiskin bæði skjótt og væl, er kvotan við at vera uppi. Eg rokni við at hon er uppfiskað fyrst í komandi viku, um fiskiskapurin framhaldandi verður líka góður.

- Øll seks línuskipini royna í vestara kanti av bankanum og sum skilst, so ætla øll heim at landa tá kvotan er liðug. Eg vænti vit fara til Íslands at royna komandi túr, sigur Heri Henriksen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder