2024-08-06 22:02
![placeholder](https://fiskur.fo/css/img/banner2x1.png)
Polarhav og Stjørnan hava landað umleið 265 tons av gulllaksi í Klaksvík umframt at Skoraberg og Fuglberg landaðu 245 tons av gulllaksi í gjár.
Polarhav og Stjørnan hava verið á gulllaksaveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, meðan Skoraberg og Fuglberg hava roynt sunnanfyri.
Veiðan bleiv landað í Klaksvík, og síðani koyrd til Tavuna í Leirvík.
Umframt hesi skipini, so fiska Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eisini gulllaks, tó partrola hesi skipini ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald