Tað eru trý ár síðan skip seinast hava fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, men nú eru útlitini góð.
Framleiðsluskipið Norðborg er farið í íslendskan sjógv at royna, men fiskiskapurin er smáligur.
- Vit hava koyrt trolið út, men her er einki at síggja, og sum skilst, so lata norsku skipini eisini illa at fiskiskapinum í løtuni, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.
Fýra føroysk skip kunnu fiska føroysku lodnukvotuna, sum eru søgulig rættindir.
Føroyska kvotan er í løtuni 3.050 tons, men í gjár hækkaði Ísland lodnukvotuna úr 61.000 tonsum upp í 127.300 tons.
Føroysku skipini, sum hava fingið útskriva eginkvotu eftir lodnu eru Norðborg, Finnur Fríði, Gøtunes og Høgaberg.
Størstu kvotuna hevur Finnur Fríði, sum hevur fingið útskrivað tvey loyvir, sum geva 1.140 tons. Minstu kvotuna hevur Gøtunes, sum hevur fingið 380 tons, meðan Høgaberg og Norðborg hava 760 tons tons tilsamans.
Nú lodnukvotan er hækkað, er tó útlit fyri at føroyingar eisini fáa hægri kvotu, tó í mesta lagi 5.000 tons, og her er tað Varðin, sum eigur størstu lodnukvotuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald