2021-05-04 21:56
Framleiðslu skipið Norðborg kom í morgun á Ánirnar, har teir skulu landa.
Norðborg hevur verið á svartkjafttaveiðu sunnanfyri Føroyar, og hava teir 1335 tons av frystum svartkjafti og 300 tons av mjøli við til lands.
Teir fóru á Fuglafjørð at bunkra áðrenn teir settu kós móti Ánunum, har veiðan skuldi landast.
Norðborg fer aftur til fiskiskap tíðliga í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald