2021-05-31 19:56

Framleiðsluskipið Norborg kom í gjár á Ánirnar, har teir skulu landa.
Norðborg byrjaði at landa í dag, teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Norðborg hevur 1350 tons av heilfrystum svartkjafti, umframt 280 tons av mjølið.
Upplýst verður at Norðborg hevur fiskað í 14 dagar hendan túrin, og at óvist er um teir fara aftur á svarktjaft ella um teir fara á sildaveiðu næsta túr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald