2020-04-17 05:40
Stóra verksmiðjuskipið Norðborg, sum hevur verið í dokk á Skála, skal nú aftur til fiskiskap.
Teir hava verið í dokk á Skála seinastu tíðina, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið, og nú er klárt at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Tá ið vit tosaðu umborð í gjár, søgdu teir at teir fóru á svartkjaft antin seint í gjár, ella í dag.
Tað hevur verið lítið at sæð til svartkjaft í føroyskum sjógvi, og okkurt skipi er steðga fyribils, og okkurt hevur bíða í nakrar vikur.
Okkurt skipi hevði sæð svartkjaft átta fjórðingar sunnanfyri markið fyrr í vikuni, og tí er hann helst komin í føroyskan sjógv nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald