Innanlands

Norðingur landar svartkjaft í Fuglafirði

Norðingur hevur umleið 2000 tons av svartkjafti

Savnsmyn ( Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmyn ( Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-22 09:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjárkvøldið á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava ligið í Ánunum og bíða eftir landingartørnið, og sluppu framat í gjár.

Tá ið Norðingur hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Hjá Havsbrún, verður svartkjaftturin framleiddur til matna og síðan til fóður. 

placeholder
placeholder