2020-03-04 15:41
Norðingur kom sunnudagin á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og hava havt hampiligan fiskiskap.
Teir høvdu 2000 tons av svartkjaft við til lands, sum teir landaðu til havsbrún í Fuglafirði.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Norðingur fór aftur til fiskiskap í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald