Innanlands

Norðingur hevur landað svartkjaft til Havsbrún

Norðingur hevur landað 850 tons til Havsbrún

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-23 20:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur landaði í gjár svartkjaft til Havsbrún.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Veiðan bleiv landað til Havsbrún í Fuglafirði í gjár, har svartkjafturin bleiv framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Tá ið liðugt varð at landa, fór Norðingur á Ánirnar at bíða eftir betri veðrið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder