2020-02-21 21:56
Uppsjóvarskipið Norðingur kom í dag á Fuglafjøð, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og hava umleið 500 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.
Upplýst verður, at teir hava fingið trupulleikar við spælinum meðan teir vóru til fiskiskap, og komu tí heim at landa veiðuna, og umvæla trupulleikan.
Norðingur hevur verið einasta føroyska skipið á feltinum meðan illveðrið hevur valda seinastu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald