2020-06-11 11:09
Uppsjóvarskipið Norðingur kom týsnáttina á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hevur landað 1750 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsið, og síðani víðari virkaður til fóður.
Norðingur varð liðugur at landa seint seinnapartin í gjár, og fór aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald