2020-04-29 20:26
Uppsjóvarskipið Norðingur byrjaði at landa umleið 1900 tons av svartkjafti til Havsbrún í kvøld.
Norðingur hevur, eins og hini uppsjóvarskipini, verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Hjá Havsbrún, sum tekur ímóti meginpartinum av svartkjaftinum hesa árstíðina, verður svaretkjafturin virkaður til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið Norðingur hevur landað, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald