Innanlands

Norðingur landar sild í Kollafirði

Norðingur kom á Kollafjørð seinnpartin í dag

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-10-11 19:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norðingur, sum hevur verið á sildaveiðu landar 1600 tons til Faroe Pelagic.

Teir hava roynt eftir sild norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður at teir komu á Kollafjørð seinnapartin, og sluppu framat beinanvegin.

Í fuglafirði landar Fagraberg 1500 tons av sild til Pelagos, sum teir byrjaðu at landa í gjár.

Bæði skipini fara aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder