Norðingur landar sild í Kollafirði

Norðingur kom í nátt á Kollafjørð við 1400 tonsum av sild

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-25 13:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið kom í nátt á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á sildaveiðu norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður at teir hava umleið 1400 tons av góðari sild, sum verður landað til Faroe Pelagic.

Kvoturnar eftir sild eru við at verða fiskaðar, og tí eru nøkur av skipunum farin á makrelveiðu, tó er okkurt fari á svartkjaftaveiðu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder