Innanlands

Norðingur landar svartkjaft í Fuglafirði

Norðingur slapp framat at landa tá ið Hoyvík var liðugur at landa til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-05-13 18:04 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Norðingur, sum hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, hevur umleið 2000 tons, sum teir landa til Havsbrún.

Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.

Føroysku skipini hava fingið loyvi at landa ein part av svartkjaftakvotuni uttanlands, av tí at bíðitíðin er so long í Fuglafirði. Seinasta túr landaði Norðingur svartkjaftin í Íslandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder